Hitt tronga portrið
”Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann” (Matt 7,13-14).
Teir tveir vegirnir, vit lesa um, eru tveir ymiskir vegir, og teir fara hvør sín veg. Sum vit eisini lesa, so síggja teir ikki líka út. Tann eini er breiður og byrjar við eitt stórt portur. Hin vegurin er smalur og byrjar við eitt lítið portur. Jesus sigur, at tú longu nú ert á einum av hesum vegunum.
Antin byggir tú títt lív á Jesus, ella byggir tú á tað, sum tú kanst. Byggir tú á Jesus, so ert tú á vegnum, sum førir til lívs. Byggir tú á tað, sum tú megnar, so endar tað við glatan. Tí biður Jesus okkum ganga inn um hitt tronga portrið. Tað er altíð lættast at ganga á breiða vegnum, og serliga tá tey flestu ganga har. Men Jesus vil hava teg inn á tann smala vegin, og hann hevur lovað, at hann skal vera har og leiða teg. Tað eru nógv, sum eru á tí breiða vegnum, sigur Jesus, men eingin kemur til himmals við at fylgja streyminum.