Hjálp mær at tendra lyktina hvønn dag
“Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum” (Sl 119,105a)
Vit liva í einum veruleika, har tað ofta kann vera trupult at finna rætta vegin. Vit kunnu siga, at tað er ov myrkt, og tí hava vit brúk fyri einari lykt, sum kann lýsa fyri okkum.
Bíblian er lyktin, vit hava brúk fyri, so vit síggja, hvat er rætt og hvat er skeivt í okkara lívi. Vit mugu velja at tendra lyktina, so hon kann lýsa fyri okkum.
Tað kann viðhvørt tykjast tungt, men tá er gott at kunna fara á netið og lurta, meðan Bíblian verður lisin fyri okkum.
Tað er ein spurningur um val. Velja vit at brúka nakrar minuttir at lesa ein kapittul, ella brúka vit teir minuttirnar á facebook ella onkrum tíðindaportali?
Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum. Harri, hjálp mær at tendra lyktina hvønn dag.