Hjartað

Skrivað: John Mortensen

“Fram um alt, ið verður varðveitt, varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp” (Orðt 4,23).

Einaferð hekk eitt skelti á køliskápinum hjá okkum. Har stóð: ”Always listen to you heart, cause event though it’s on the left it’s always right”

Nógv kenna kanska hendan setningin. Hetta sipar til okkara kenslur, um at ganga tær leiðir, ein følir er rætt, og at fylgja hjartanum. Tað ljóðar romantiskt, tað ljóðar ævintýrakent, og møguliga ljóðar tað rætt við fyrsta eygnakast.

Men er hetta vísdómur, sum vit kunnu halda okkum til? Er hetta ein góð lívsfilosofi?
Hetta sprettir helst úr tí sjálvupptikna tíðarrákinum, har tú og eg mugu avgera, hvat er best fyri okkum, og har eingin kann siga nakað um, hvat tú følir, er rætt ella skeivt.

Bíblian lærir okkum, at vit ikki skulu líta á okkara egna vit. ”Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína. Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast Harran og flýggja frá illum” (Orðt 3,5).

Hjartað er viðbrekið, og vit mugu vera ansin og varðveita tað við at fylla hjarta okkara við øllum tí, sum er gott. Tí tað er úr hjartanum, at lívið sprettur upp.

Filippibrævið 4,8: ”… alt tað, sum er satt, alt sum er sámiligt, alt sum er rætt, alt sum er reint, alt sum er elskuligt, alt sum hevur gott ágiti, eina og hvørja dygd og ein og hvønn sóma, havið tað í huga!”

Má Gud signa teg til tað.