Høvuðsuppgávan hjá Guds kirkju

Skrivað: Ragnhard Petersen

Um tú spyrt kristnar leiðarar, hvør høvuðsuppgávan hjá kristnu kirkjuni er, so vísa teir flestu óivað til Matteus 28,18-20 sum grundarlag fyri hesi uppgávu. Her møtir Jesus sínum lærusveinum, beint áðrenn hann fer til himmals, og hann gevur teimum sonevndu missiónsboðini. Men hvat siga missiónsboðini?

Har stendur millum annað soleiðis: “Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey…og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum…” Ofta verður hildið, at Jesus her biður lærusveinarnar um at siga øllum frá um Jesus. Men hyggja vit eftir tekstinum, so er hetta ikki heilt rætt, hóast tað sjálvandi er ein partur av svarinum. Í grikska upprunatekstinum er lættari at síggja, hvør høvuðsboðskapurin er: “… gerið til lærusveinar”. Í hesum liggur sjálvandi at boða øðrum um Jesus, men ikki bara tað. Tað inniber at leiða fólk til trúgv á Jesus og síðan at læra tey at liva lívið sum Jesu lærusveinar, sum tað eisini stendur: “at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum.”

At gera fólk til Jesu lærusveinar er sostatt høvuðsuppgávan hjá kristnu kirkjuni.