Hvar er okkara halgidómur?
“Og teir vóru støðugt í halgidóminum og lovaðu Gudi” (Luk 24,53).
Hvar er okkara halgidómur? Hvar fáa vit okkara andaligu fylling?
Jesu lærusveinar vóru javnt og samt í Guds húsi. Her gingu teir inn og út og kendu seg væl, her var teirra andaliga heim, og her fingu teir sína andaligu føði. Í Ísrael var bara eitt tempul, tað var í Jerusalem. Vit eru ríkliga vælsignað við halgidómum í Føroyum, so lat okkum koma saman, hvør á sínum staði, so at vit verða fylt við andaligari føði til frelsu og uppbygging. Umframt halgidómar, so eru vit so ríkliga vælsignað við miðlum av ymsum slag, sum bera orðið út. Lat okkum taka ímóti orðinum og takka Gudi fyri hesar møguleikar.
Teir lovaðu Gudi. Gleðin í Gudi er lívsjáttandi og sigrandi. Tær ytru umstøðurnar kunnu falla so ymiskliga; men byggja vit okkara lív á Jesu frelsuverk, tá hvíla vit í trúnni og hann leggur lovsangin í hjartað.