Hvar er títt hjarta?

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

”Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala.Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera” (Matt 6,19-21).

Í hesi tíð og samfelagi, sum vit liva í í dag, er ofta, at vit fanga okkum í at vilja hava meir. Meira pengar, meira fylgjarar, meira ’likes’… Meir av øllum, sum heimurin kann bjóða okkum. Tað er so skjótt at gloyma Gud í øllum resinum og tráðanini eftir heiminum, men so skjótt vit hyggja at Jesusi, so síggja vit brádliga, hvussu lítið øll gleðin í heiminum hevur at siga.

Tað er so vandamikið at savna sær gripir í heiminum, tí sum skrivað stendur, har gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera. Hvar er títt hjarta? Er tað í pengunum? Húsunum, bilinum, miðlunum? Ella tráðar tú eftir Jesusi?

Fest títt eyga á Jesus,

Hygg inn í hans andlit so kært.

Og øll heimsins gleði tá fánar burtur

í tí náði og dýrd, ið tú sært.