Hvat er fullgjørt?
“Tað er fullgjørt” (Jóh 19,30).
Krossarorð av Jesu munni.
Vit kunnu passandi seta okkum spurningin, hvat er fullgjørt?
Jesus kom inn í heimin at “leita upp hitt farna og bjarga tí” (Luk 19,10).
Tað skuldi í templinum ofrast eitt lamb, sum skuldi taka syndina einaferð árliga. Eftir hetta var talvan vaskað rein, og øll kundu byrja aftur av nýggjum. Stutt eftir fóru tey aftur at synda, og tí bleiv hetta ein skrúva uttan enda.
Tað er her, at Jesus kemur inn. “Sí Guds lambið, sum ber synd heimsins” (Jóh 1,29) Vit leggja til merkis, at orðini eru søgd í nútíð. Jesus bar mínar og tínar syndir á krossinum, og hann ber tær eisini í dag. Tað er ikki neyðugt við fleiri ofrum. Jesus fullgjørdi verkið á krossinum, mína og tína vegna.
Tað sum nú áliggur okkum menniskju, er at síggja egnu syndir og at takka Jesusi fyri, at hann doyði á krossinum mína vegna. Jesus sigur harvið: Góða menniskja, syndin skilir okkum ikki longur frá Gudi, eg beri tína synd; tað er fullgjørt!
“Tí at í honum líkaði tað Gudi, at øll fyllingin skuldi búgva, og við honum at gera allar lutir sáttar við seg, hvørt tað so eru teir, sum eru á jørðini, ella teir, sum eru í himnunum, við tað at hann íbirti frið við blóðinum á krossi hansara” (Kol 1,19-20).