Hvat fyllir hjarta okkara?
“Sæl eru tey, sum hoyra Guds orð og varðveita tað” (Luk.11,28b).
Tað er so mangan, at vit hoyra Guds orð og orðið talar til okkara hjarta. Vandin er bert at varðveita orðið í hjartanum. Okkara óróliga hjarta verður drigið at øllum verðsins tingum, sum møta okkum á leiðini, og tankarnir fara tí í ymsar ættir. Tað er avbjóðingin í lívinum. Vit, sum liva í dagsins samfelagi, hava ta stóru avbjóðing at samla okkum. Millum annað hevur internetið nógv gott við sær, men eisini er tað nógv, sum vit finna har, sum bæði tekur tíð, fyllir okkara tankar og kann tí draga okkum frá Gudi.
Tað er ikki líkamikið, hvørjum vit eru upptikin av. Alt, sum vit hoyra, lesa og uppliva, verður goymt í okkara heila. Av og á kann tað koma fram, bæði gott og ringt. Tað er tí sera týdningarmikið, at vit lesa Guds orð, so orðið kann gera sín gerning í hjarta okkara.
Tá hirðarnir funnu nýfødda Jesusbarnið og søgdu frá, hvat var hent teimum, stendur í Lukasi 2,19: “Men Maria legði sær øll hesi orð í geyma og hugsaði um tey í hjarta sínum.”
Gera tú og eg sum Maria og goyma Guds orð í hjarta okkara?