Hvat hevur Jesus at týða fyri teg?
Tað verður mangan sagt av fólki, sum ikki trúgva, at Jesus var ein inspirerandi persónur. Og at tey ynskja at taka partar av hansara læru til sín, eitt nú tað, sum Jesus segði um næstakærleika, fyrigeving, um góðar gerningar og so framvegis.
Jesus lærdi lærusveinar sínar um seg sjálvan, at…: ”Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds”, og í Jóhannes 11,25 sigur hann: ”Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.”
Tí gevur tað lítla meining soleiðis at býta Jesus sundur. Antin var/er Jesus upphavið, byrjanin og endin og okkara einasti vegur til Guds – ella ein ørvitisknokkur, sum vit einki skulu hava við at gera.
Vit hava tí tørv á at gera okkum sjálvum greitt: Hvat hevur Jesus at týða fyri meg?
Er hann bara ein annars áhugaverdur persónur, sum vit kunnu velja og vraka, sum vit hava hug til, ella er hann tann, ið vit seta okkara álit á í øllum lívsins viðurskiftum?
Bíblian kallar Jesus fyri hornasteinin, sum smiðirnir vrakaðu (Sl 118). Mín vón er, at vit kunnu byggja á Jesus sum hornastein í lívi okkara.
”Komið til hansara, hin livandi steinin, sum væl varð vrakaður av monnum, men er útvaldur og dýrmætur hjá Gudi” (1 Pæt 2,4).