Hvat hevur tú?

”og hann fell til jarðar og hoyrdi eina rødd siga við seg: »Saul, Saul, hví søkir tú at mær?« Men hann segði: »Hvør ert tú, Harri?« Og hann svaraði: »Eg eri Jesus, sum tú søkir at. ”
Áps. 9,4-5

 

Uttan mun til, hvussu lítið tú heldur, at tú hevur, gev so Gudi tað. Eingin sum Hann kann fáa okkurt stórt burtur úr tí, sum lítið er. Móses bleiv kanska størsti leiðarin nakrantíð, tá ið hann í 40 ár leiddi jødiska fólkið gjøgnum oyðimørkina til Lovaða Landið.

Hetta var ein ferð við nógvum trupulleikum, men tað var eisini ein ferð við dagligum undrum, har tey fingu mat, vatn og skógvar og klæðir, sum ikki slitust. Tey fingu ein eldstólpa at hita seg við um náttina – og eitt skýggj at verja seg móti sólarhita um dagin. Móses man hava hugsað aftur á tann dagin, tá ið hann móður, vónsvikin, gamal og málleysur stóð við stavi sínum framman fyri Gudi. Tað var har, at ferðin við øllum undrunum byrjaði:

Vil tað siga, at Gud brúkar ikki menniskju, sum hava høga útbúgving við nógvum førleikum at bjóða Gudi? Jú, sanniliga, Gud brúkar øll sløg av menniskjum. Men Gud vil ofta gera okkurt við tað menniskja, sum hevur nógvar førleikar, so hann ella hon ikki lítur á sínar førleikar, men á Gud.

Gud kundi havt kallað Móses, tá ið hann var 30 ár, ungur, sterkur og væl skúlaður í hovinum hjá Fárao. Men Gud bíðaði, til Móses var 80 ár og næstan liðugur. So vísti Gud, hvat ið Hann kann gera gjøgnum eitt sovorðið menniskja.

Saulus hevði høga útbúgving, ágrýtni og karismu. Men Guds kall til hansara, tá ið hann seinni fekk navnið Saul, gekk hond í hond við, at Himmalsins ljós myndaliga talað brendi Paulusar kunnleika og religión burtur. Frá tí løtu hevði Paulus bara eitt ynski: At kenna Kristus – og at gera Hann kendan. (Les. Áps. kap. 9 og Fil. 3,1-11).

Tá ið Saul úr Tarsus byrjaði sín ríðitúr til Damaskusar at seta tey kristnu í fongsul, var hann lærdur, erpin og hevði stórt sjálvsálit og var braneggjaður. Tá ið hann møtti Guds ljósi á ferðini, fall hann á knæ ræðslusligin og blindur – og í máttloysi bleiv hann eitt undurfult amboð í Guds hond. Hann skrivaði uml. 28% av Nýggja Testamenti. Effie Campbell umsetti.

Hvis vi alle tændte hver vor lampe
og lod den skinne klart.
Hvis vi alle lod vor lampe skinne,
ville Jesus komme snart.
For så mange vandrer i mørke omkring,
om Jesus ved de jo næsten ingenting!
Derfor lad os tænde vore lamper,
så de lyser rundt omkring!