Hvat sløkkir sálartostan?

“Jesus sigur við hann: »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.”
Jóh.14,6

 

Tað var Moody, sum í einum av bókum sínum segði, at blakar tú ein neva av saguspønum út í tún, so er tað ikki ein fuglur, sum so mikið sum skeitir at teimum, men blakar tú ein neva av molum, so eru smáfuglarnir har beinanvegin og eta teir upp.

Tá ið vit hugsa um andaliga føði, so kennir eitt satt Guds barn munin á heimsins saguspønum og breyðinum, sum kom niður av himli, Jesus Kristus. Hansara orð er hitt einasta, sum kann sløkkja ta tystu sálina. Drekk ikki úr heimsins runuhyljum, men fyll teg við tí klára, reina kelduvatninum, sum Jesus hevur at geva tær, orð sítt.

Alt summarið á tamb eru verðslig tiltøk um vikuskiftini, ja, bæði tvey og trý ymisk eru at velja í. Men tá ið larmurin og gangurin eru tagnað, sloknar gleðin eisini, tí gleði er ikki at finna í larmi. Føroyska orðið stuttleiki sigur alt: tað er ein stuttur leikur.

Nei, Jesus hevur ta ektaðu vøruna at bjóða, hann fyllir lívið við meining og innihaldi. Tá ið vit taka ímóti honum í trúgv og bjóða honum inn í okkara hjarta, so gevur hann okkum syndafyrigeving, eitt ævigt lív, frið og ta sonnu gleðina.

Hann er Vegurin, Sannleikin og Lívið. Eingin kann ogna sær alt hetta uttan at geva seg yvir til Jesus. Hann bíðar eftir tær og vil tær alt tað besta.