Hvat trýrt tú?

Skrivað: Kaj Eli Hansen

”Men Jesus stóð framman fyri landshøvdinganum. Og landshøvdingin spurdi hann og segði: “Ert tú kongur Jødanna?” Men Jesus segði: “Tú sigur tað sjálvur” (Matt 27,11).

“Tú sigur tað sjálvur”. Soleiðis svaraði Jesus fyri aðru ferð aftur, síðani rættargongdin ímóti honum byrjaði. Fyrstu ferð var, tá ið Jesus stóð framman fyri ráðnum, aftaná at hann var tikin í Getsemane hava. Høvuðspresturin Kaifas spurdi Jesus: “..sigur okkum, um tú ert Kristus, sonur Guds” (Matt 26,63b).

Aðru ferð er í versinum, vit hava fyri okkum í dag. Her er tað landshøvdingin Pilatus, sum kemur við einum líknandi spurningi: “Er tú kongur Jødanna?”.

Báðir spurninganir leggja upp til eitt “ja” ella “nei” svar. Men Jesus kemur ístaðin við einum svari, sum í roynd og veru vendur spurningin aftur til hansara, sum spyr. Tú sigur tað sjálvur – men hvat trýrt tú?

Játtanin, at Jesus er tann lovaði Messias, er ikki nakað, sum ein menniskja kann leita seg fram til. Tað má Gud opinbera fyri eini menniskju. Sum tá ið lærusveinurin Pætur játtaði “Tú er Kristus, sonur hins livandi Guds” (Matt 16,16). Tá svarar Jesus, “..at hold og blóð hevur ikki opinberað tær (Pætur) hetta, men faðir mín, sum er í himlinum”.

Hvat trýrt tú?

Má Gud við sínum Heilaga Anda opinberað tær Jesus sum tín frelsara.