Hví Jesus?

Skrivað: Jørgen Frantz Andreasen

”Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6).

Í dag verður nógv gjørt burtur úr at fremja samfelagið og menniskjuni so, at alt skal verða normaliserað, alt skal kunna vera loyvt, uttan at nakar skal viðmerkja tað. Eisini verður tað mangan sett spurnartekin við, hví ein skal byggja nakað á Jesus og ta kristnu trúnna.

Hetta er ein neilig gongd og førir til undirgangs fyri menniskjuni. Vit eru komin í heimin sum syndug menniskju, sum hava brúk fyri at verða fyrigivin og frelst.

Á páskum doyði Jesus og reis upp, hetta fyri at vit kundu sleppa undan dóminum tann eina dag. Óansæð um vit vilja tað ella ikki, koma vit at standa til dóms ein dag. Hava vit tá ikki Jesus við okkara lið, verður illa statt.

Ørindið í dag sigur okkum tað so klárt. Har er eingin vegur í himmalin uttanum Jesus. Vit hava fyri neyðini at venda okkum til Jesus og boyggja okkum í eyðmýkt fyri honum og biðja um fyrigeving fyri okkara syndir og biðja hann um at frelsa okkum.

So kom við og ferðast á sannleikans vegi, sum førir til himmals. Sig Jesusi ja, so gevur hann tær eitt ævigt lív.

 

Jesus signi tær dagin og framtíðina.