Hví skuldi Gud ikki?

Skrivað: Hjalmar Waag Arge

“Hvat eiga vit tá at siga um hetta? Er Gud við okkum, hvør er tá ímót okkum? Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt við honum?” (Róm 8:31-32)

Vit menniskju stúra ofta fyri, hvat fer at henda okkum her í lívinum. Tað er ein menniskjaligur eginleiki at óttast og vera bangin, serliga nú hesa seinastu tíðina, har man ikki orduliga veit, hvat er upp, og hvat er niður, tí alt er broytt. Tá er tað so gott at vita, at Gud er hjá okkum, og tá hevur tað onki at siga, hvør er ímóti okkum, tí hann hevur vunnið tann størsta sigurin. Hann spardi ikki sín egna son, men hann lat hann doyggja fyri øll, so vit kundu fáa eitt ævigt lív saman við honum. Hví skuldi hann so ikki geva okkum alt tað góða okkum tørvar, og hví skuldi hann so ikki verið hjá okkum, tá hann longu hevur givið sín son fyri okkum. Tað, at Gud gav Jesus fyri okkum, er tað ultimativa prógvið uppá kærleika til okkum, tí at Gud vildi ikki, at vit skuldu glatast, men hann elskar okkum so nógv, at hann gav sín egna son, so vit kunnu fáa eitt ævigt lív saman við Gudi.