Hvíl teg hjá Jesusi
Nú kanst tú bert lata hendur tínar hvíla.
Halt ikki, tað er tú, sum leiðir meg,
ikki tú, sum styðjar meg tá stormar ýla.
Nei, minst til, tað eri eg, sum leiði teg.
Ótrúliga góð orð úr einum frálíkum sangi. Men hetta eru samstundis nakað, sum Guð lovar okkum .
Tá lívsins stormar herja – summir haðrari enn aðrir – so hevur Guð lovað at verða við okkum. Tá illveðrið herjar, og tað kennist sum tú gongur einsamallur gjøgnum stormin – so leiðir hann teg.
Í Matteus kapittul 11 versini 28 til 30 stendur: Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara. Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín.
So tú sum stríðist – kom til Jesus. Tú, sum kennir teg einsamallan – kom til Jesus. Tú, sum kennir ófrið – kom til Jesus. Hann vil bera tínar byrðar, Hann vil troysta og ugga teg, Hann vil geva tær tann frið, sum bara Hann kann geva.
Kom til Jesus og hvíl teg hjá Honum.