Hvíldin, ið bíðar okkum!

Skrivað: Sólrun Poulsen

Vit eru ikki óvitandi um, hvat ið bíðar okkum handan deyða og grøv! Vit lesa í Hebrearabrævinum, fjórða kapittli, um hvíldina, ið bíðar Guds børnum.

Øll tey, ið hava givið Jesusi hjartað og tikið ímóti honum sum frelsara og harra, teimum bíðar henda hvíldin. Sabbatshvíldin, tann veruliga hvíldin, sum vit als ikki kunnu hugsa okkum til! “Tað sum eyga ikki sá, og oyra ikki hoyrdi, og ikki kom upp í mannahjarta, tað sum Gud hevur tilbúgvið teimum (okkum), sum elska hann!” (1 Kor 2,9)

Eingin grátur, eingin sorg, eingin neyð, eingin pína! Eingin sjúka, einki ónt, í okkara framtíðar heimi, har Jesus bíðar okkum. Har er einki óreint, tað sleppur ikki inn. “Eg eri Alfa og Omega, byrjanin og endin, sigur Harrin. Sæl eru tey, sum tváað hava klæði síni í blóði lambsins, tí at tey fáa atgongd til lívsins træ og mega ganga inn í staðin, tað nýggja Jerusalem. Sí, eg komi skjótt, og løn mína havi eg við mær” (úr Opb 21 og 22). Ja, tað verður spennandi at koma heim til rætta bústað okkara!