Hvønn annan skulu vit fara til?
“Frá teirri tíð fóru mangir av lærusveinum hansara burtur frá honum og ferðaðust ikki longur um við honum. Jesus segði tá við teir tólv: “Vilja tit eisini fara burtur?” Símun Pætur svaraði honum: “Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs; og vit hava trúð og vita, at tú ert hin heilagi Guds” (Jóh 6,66-69).
Tað vóru mong, sum fylgdu Jesusi í eina tíð, men sum síðani tóku sær tykni av tí, hann segði. Tey hildu, at tað, hann segði, var órímiligt og hart at hoyra. Tey vóru vónbrotin av Jesusi.
Jesus spurdi tí teir 12, um teir eisini ætlaðu sær at rýma! Tá er tað, at Pætur svarar, at hann veit sær ongan annan at fara til. Ongan, sum kann leiða okkum menniskju til ævigt lív hjá Gudi.
Um vit nærlesa alt tað, Jesus og hini í Bíbliuni siga, halda vit óivað eisini, at nógv av tí er hørð tala. Men vit hava heldur ongan annan at fara til. Ikki um vit ætla okkum hagar, sum vit vita, at Jesus er tann einasti vegurin til!
Og so er tað góða eisini, at vit kunnu bera øll okkara vónbrot til hansara. Siga tað við hann og vera erlig fyri honum, tá vit halda hann vera órímiligan. Hansara kærleiki ber alt!