Hvønn siga tit meg vera?
Tá ið Jesus var komin til landið við Kesarea Filippi, spurdi hann lærusveinar sínar: ”Hvønn sigur fólk Menniskjasonin vera?” Teir svaraðu: ”Summi Jóhannes doypara, summi Elias, onnur Jeramias ella ein av profetunum.” Hann segði við teir: ”Men hvønn siga tit meg vera?” (Matt 16,13-15)
Hava vit ikki ofta spurt (ella havt hug at spyrja), hvønn fólk siga okkum vera?
Jesus spyr her lærusveinarnar, hvønn fólk siga hann vera. Lærusveinarnir svara ymisk svar, men Jesus ger ikki nógv burturúr svarunum, sum lærusveinarnir koma við, men spyr beinanvegin næsta spurning: ”Hvønn siga tit meg vera?”.
Tað, sum Jesus er mest áhugaður í er, hvønn vit siga hann vera. Hvønn tú sigur hann vera.
Tað er lætt at fara í kirkju, møti, legu ella okkurt líknandi og lurta eftir, hvønn fólk siga Jesus vera og síðan bara halda tað sama.
Jesus spurdi lærusveinarnar, hvønn teir søgdu hann vera. Jesus spyr teg sama spurning. Tað er áhugavert, at Jesus spyr lærusveinarnar eftir, at teir hava kenst og fylgst í eina tíð.
Tí fari eg at mæla tær til at spyrja teg sjálva/n sama spurning. Óansæð, hvussu leingi tú hevur fylgst við Jesusi: ”Hvønn sigur tú Jesus vera?”