Hvør er Goliat í tínum lívi?

Skrivað: Andreas Andreasen

“Tí at navn Harrans vil eg kunngera, geva skulu vit Gudi várum heiður” (5 Mós 3,3)

Vit hava vón, vit eiga eina vón!

Bókin “Se Goliat i øjnene“, sum Max Lucado hevur skrivað, fevnir um okkara gerandisdag, um lívið í samtíð okkara. At vit skulu hava fokus á Jesus, tí hann er mín styrki og mín borg, sum tað stendur í orðinum.

Tú kennir møguliga Goliat. Tú kennir hansara fótafet, tung fótafet, og óttast, tá ið tú hoyrir rødd hansara. Tí Goliat ber ikki skjøldur og svørð; hansara vápn er arbeiðsloysi, svikin, kynsliga misnýtt/ur, happað/ur, tunglyndi og annað.

Tín Goliat gongur ikki í fjøllinum í Miðeystri; hann gongur her, hann gongur ígjøgnum títt kamar, tín køk, stovu, títt floksrúm í skúlanum, tína skrivstovu, ja, ígjøgnum títt lív á ymiskan hátt.

Hann kemur óvæntað við ivamálum, minnir teg á onkra skuld, menniskju, ið tú ikki megnar at gera nøgd, eina fortíð, sum tú ikki kann tveita frá tær, og eina framtíð, sum tú óttast fyri at møta.

Tú kennir sera væl brølini frá Goliat. Men eins og Dávid kann tú hyggja Goliat í eyguni, hóast tú ikki er tann sterkasti ella klókasti og tann við mest imponerandi vápnum. Men, eigur tú Jesus, eigur tú alt, eigur tú Heilaga Anda Guds, hevur tú bestu vápnini og verjuna móti Goliat.

Dávid; hvat sá Gud í hesum manni?

Hann var ikki ein fullkomin persónur,

Hann fall líka so ofta, sum hann stóð,

Hann gjørdi sær líka ofta fyri skommum, sum hann sigraði,

Hann fór líka ofta niður í dalin, sum hann var á tindinum.

Kennir tú teg aftur í hesi mynd?

Men sum Dávid sigur frá Sálmi 139,1: “Harri, tú meg rannsakar og kennir. Hvørt eg siti ella standi, tú tað veist. Langt burtur mín ætlan er tær kunn. Hvørt eg gangi ella liggi, tú tað kannar, tú gjølla veitst um vegir mínar allar. Áður enn orðið er mær á míni tungu, tú, Harri, tað kennir til fulnar. Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg, og hond tína hevur á meg tú lagt. Tað er mær ov undurfult at skilja, ov høgt, eg eri ei fyri tí førur.”

Hetta er myndin av Dávidi og Goliat, hetta er myndin av tær og Gudi, ímóti kempuni og múrunum í tínum lívi!

Hevur tú fokus á kempuna og múrarnar í lívinum – fellur tú

Hevur tú fokus á Jesus –  tá fellir kempan, og múrarnir falla.

Hvør er Goliat í okkara lívi?

Hetta er ein ávaring til okkum í okkara samtíð. Verið ikki deyv fyri ávaringunum, hugsið um framtíð tykkara, tit eru Guds skapningar, tit eru útvald, hvør einasti ein av tykkum. Síggið møguleikarnar, ið tit hava í framtíð tykkara, og fokuseri ikki á forðingarnar í lívinum, men møguleikarnar.

Lívið er ein gáva til tín. Lat ikki Goliat fáa vald á tær, men legg títt lív i Jesu hendur, so skal tú uppliva undur.

Boðskapurin til tín er, at Goliat ikki má vinna á tær, men at tú søkir Harran Jesus og vinnur á Goliat.