Aftur til forsíðu

Hvørjum eru vit trúgv yvirfyri?

Hvørjum eru vit trúgv yvirfyri?

Skrivað: Rósa Pólsdóttir Olsen

Vit lesa í Jóhannes 5, 1-15, um eina mongd av sjúkum fólkum, sum vóru við Betesda hylin. Tey bíðaðu eftir at eingil Harrans kom at órógva vatnið, tí tann fyrsti, sum fór niður í tá, fekk heilsuna aftur. Jesus kom framvið einum manni í mongdini, sum hevði verið sjúkur í 38 ár. Jesus spyr hann, um hann vil verða frískur? Tá sigur maðurin, at tað er ongin, sum kann hjálpa honum oman í hylin, og um hann kemur oman har, so fer onkur annar í hylin áðrenn hann. Men Jesus sigur við hann: “Reis teg upp, tak song tína og gakk”. Og í stundini var maðurin frískur – eftir 38 ár við sjúku. Tað er ringt at seta seg inn í, hvørjar tankar og kenslur hann hevur, tá hann følir kraftina av grøðing fara ígjøgnum seg. Fyrr hevur hann ikki kunnað gingið uttan hjálp, men nú kann hann.

Hann hevur óivað verið takksamur. Ígjøgnum 38 ár hevur ikki eitt menniskja hjálpt honum oman til hylin, men brádliga kemur ein maður framvið og hjálpir honum. Men maðurin er ikki greiður yvir, hvør tað er, sum hevur gjørt hann frískan. Ikki fyrr enn Jesus møtir honum aftur, gongur tað upp fyri honum, at tað er Jesus, sum hevur grøtt hann.

Fá av okkum hava upplivað júst hetta, men kortini eru vit í somu støðu sum hesin maðurin. Vit hava møtt einum persóni, sum er blivin okkara hjálpari, nemliga Jesus. Møguliga er tað langt síðani, tú hevur møtt honum, ella fert tú at møta honum. Óansæð, so er hann her fyri at grøða teg frá tí sjúkdómi, sum hevur størri fylgir enn at verða blindur ella lammaður.
Hesin maður er eitt ávarandi dømi fyri okkum. Sjálvt um Jesus grøddi hann, verður hann ikki knýttur tættari at Jesusi. Sjálvt um Jesus er trúgvur yvirfyri honum, er hann ikki trúgvur yvirfyri Jesusi. Hesin maðurin letur óttan fyri øðrum menniskjum koma ímillum seg og Jesus. Og hetta er nemliga eisini ein stórur vandi fyri okkum í dag. Velja vit at verða trúgv yvirfyri Jesusi ella yvirfyri monnum?

A+