Hvørjum hyggur tú at?

Skrivað: Kristianna Johannesen

”Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum” (Matt 14,28)

Aftaná breyðundrið sendi Jesus lærusveinarnar avstað við báti, yvirum vatnið.

Sjálvur fór hann niðan á fjallið at halda bøn. Jesus hevði tørv á at vera einsamallur og hevði tørv á at biðja til Faðirin.

Vit hava tørv á at fara í einrúm og biðja. Ein løta í bøn við Jesusi ger okkum gott.

Jesus var í einingi. Tað bleiv nátt og myrkt var. Jesus fór so oman av fjallinum móti vatninum og fór gangandi eftir vatninum – aftan á lærusveinunum. Báturin var mitt á vatninum, og tað varð illveður. Tá kom Jesus fram á teir, men teir kendu hann ikki og blivu bangnir. Jesus segði við teir, hvør hann var og bað teir ikki óttast. Tá Pætur, sum altíð ynskti at vera í Jesu nærveru, varnaðist, at hetta var Jesus, bað hann um at sleppa til Jesus eftir vatninum.

Tað krevur ofta nógv av okkum mennskjum at fara út úr bátinum. At fara frá teimum tryggu umstøðunum, vit eru í. Hetta hugsar Pætur ikki um í hesi løtu. Hann ynskir at vera í Jesu nærveru. Hann fer úr bátinum og móti Jesusi. Hann, eins og Jesus, gongur á vatninum. Jesus hevur kallað hann, og Pætur er honum lýðin.

So leingi Pætur lýtur á Jesus, gongur tað væl. Men tá hann er komin eitt sindur burturfrá bátinum, vendast eyguni frá Jesusi móti aldunum, og hann byrjar at søkka.

Í lívinum møta vit bæði stórum og smáum aldum. Tær órógva okkum. Umráðandi er tí, at vit hyggja á Jesus og ikki at aldunum.

Jesus ynskir, at vit í øllum lívsins viðurskiftum lýta á hann.

So vil hann slætta sjógvin, sum brýtur rundanum og inn í okkum.