Aftur til forsíðu

Hvørjum tráðar tú eftir?

Hvørjum tráðar tú eftir?

Skrivað: Súsanna Hendriksdóttir Olsen

“Sum hjørturin tráar eftir rennandi vatni, so tráar sál mín eftir Tær, Gud!” (Sálmur 42, 2)

Vit kenna nokk øll til at vera tyst. Aftaná eina intensa ítróttarvenjing, ein langan fjallatúr ella fleiri tímar at hava sitið í sólini, so haldi eg, at eg kann tosa fyri flest okkara, tá eg sigi, at tá vilja vit hava okkurt at sløkkja tostan við. Vit tráa eftir vætu.

Á sama hátt kunnu vit eisini gerast totalt sukursjúk. Vit tráa eftir sukri. Vit ganga heima og hyggja inn í øll skáp, skuffur, køliskáp, frystiboks – ja allastaðni – fyri at finna okkurt søtt.

Onnur tráa eftir at venja. Hóast tey hava nógv annað at gera, so finna tey sær á ein ella annan hátt tíð til at venja. Tað, sum vit tráa eftir, tað finna vit okkum tíð til.

Dávid sigur, at hann tráar eftri Gudi eins og ein hjørtur tráar eftir vatni. Vit brúka onkuntíð umberingina, at vit ikki biðja, tí vit hava ikki tíð. Men um vit tráa eftir Gudi, so finna vit tíð.

Hvørjum tráar tú eftir?

A+