Hvussu hevur tú tað við Jesus?
Hvussu hevur tú tað við Jesus? Hettar verður onkuntíð spurt og tað er eisini ein góður spurningur.
Eg kann eisini taka undir við Paulusi, tá ið hann sigur soleiðis í Rómverjabrævinum 10, 1: Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guds, at teir mega verða frelstir. Somuleiðis er tað hjartans ynski mítt og bøn til Guds, at tú, sum lesur hesar reglur, skalt verða frelstur og koma at kenna Jesus.
Í fyrra Timoteusarbrævið 2, 4 stendur, at Gud vil at øll menniskjur skula verða frelst og koma at kenna sannleikan. Vit síggja her at Gud vil, at tú sum hettar lesur skal verða frelst ella frelstur. Hann vil ikki at nakar skal glatast og enda í Djevulsins hondum. Nei – hann vil at tú skalt koma til Himmals, heim í teir ævigu bústaðir, har alt bara er gott. Har er eingin sjúka, eingin pína, einki skríggj, eingin sum heldur lítið um teg. Har er Jesus, sum elskar júst teg og vil hava teg til sín! Jesus elskar teg!
Vend tær tí til hansara, ákalla navn hansara, rópa til hansara, bið til hansara. Bið hann um at fyrigeva tær syndir tínar og bið hann um at frelsa teg, og tú skalt eiga ævigt lív í Himli, saman við Jesusi. Bíblian sigur, at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur. So tú skalt ikki ivast, men trúgva tí sum stendur skriva, tí Bíblian er ævigt sonn.
Jesus verði hjá tær og signi teg!