Hvussu leingi…?
"Og almong av teimum, sum høvdu gjørt gand, bóru bøkurnar saman og brendu tær, so øll sóu;" (Áps 19,19a).
Hetta hendi í Efesus, har Paulus virkaði og búði í eini 2 ár.
Virknaðurin av Paulusar boðan hevði avleiðingar fyri tey, sum tóku ímóti boðskapinum. Tey dugdu at síggja, at tað bar ikki til at hava ein fót í hvørjari legu. At trúgva á Jesus og samstundis halda seg til tað gomlu gudstrúnna.
Hetta var sama støðan í Ísrael, meðan Elia var uppi á døgum. Tá ið hann fekk boð frá Gudi um at kalla fólkið saman fyri at fáa endaliga staðfest, hvør var Gud.
Tá stígur Elia fram og sigur við fólkið: ”hvussu leingi ætla tit at halta á báðar liðir? Er Harrin Gud, tá fylgið honum; men er Báal Gud, tá fylgið honum!” (1. Kong 18,21).
Hvussu er støðan hjá okkum í dag, eru vit noydd at taka støðu til henda spurning, líkasum Ísraels fólk máttu taka støðu?
Eru vit tilreiðar eins og fólkið í Efesus at gera upp við tað, sum forðar okkum vegin og sambandið við Gud og kasta tað á báli, soleiðis at Jesus fær brúkt okkum í síni tænastu, fult og heilt?
Eg trúgvi, at hetta verðuliga er ein spurningur, sum vit mugu seta okkum sjálvum. Tí at mangan eru vit so upptikin við mangt annað enn tað, sum hevur við Guds ríkis arbeiði og søk at gera.
Henda frásøgnin, sum versið úr Ápostlasøguni er tikin úr, endar við hesum orðum ”so veldiliga vaks og styrknaði orð Harrans” (Áps 19, 20).
Mín bøn vil verða, at hetta eisini má sigast um okkara land og fólk, og vil eg enda við síðsta ørindi úr sanginum nr. 307 í Missiónssangbókini.
Kom, o, Harri, og tala títt máttmikla orð,
boða frelsu úr himmalsins bú
til hvønn ein, sum í synd hevur siglt seg í sor!
Send oss veking í bygdina nú!