Hvussu vilja vit vera ímóti okkara næsta í dag?
“Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: “Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín.” Men eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, og biðið fyri teimum, ið forfylgja tykkum” (Matt 5,43-44).
Tað, sum Jesus sigur her, hevur ongantíð passað væl inn í jarðiska samfelagið, men passar væl inn í samfelagið og felagsskapin, sum eitur Guds ríki. Hvørjum samfelagi vilja vit liva í? Tað kann tykjast lættast at liva í jarðiska samfelagnum, men hvussu nógv meir burturúr fáa vit ikki av at liva saman við Gudi í Guds ríki?
Sum menniskju er tað natúrligt at liva í jarðiska samfelagnum, men sum Guds børn mugu vit stremba eftir at liva í Guds ríki, evangelisera, biðja fyri øðrum, og njóta samveruna við hann.
Vit kenna øll kensluna av at gera góðar gerningar fyri onnur, so hví ikki lata góðar gerningar spegla okkara lív? Gud, hjálp mær at elska fíggindar mínar!