Hygg upp á Jesus!

Skrivað: Øssur Kjølbro

"Og eins og Móses hevjaði upp ormin í oyðimørkini, soleiðis eigur menniskjusonurin at verða upphevjaður, til tess at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum" (Jóh 3,14-15)

Tá Móses leiddi ísraelsfólk gjøgnum oyðimørkina, knarraðu tey mangan móti bæði Mósesi og Gudi. Einaferð revsaði Gud tey við at senda eiturormar, sum bitu tey, so at mong doyðu. Tá tey róptu neyðarróp, tók Gud ikki ormarnar burtur, men gav teimum harafturímóti eina aðra bjarging. Hann bað Móses gera ein orm úr kopari og lyfta hann upp, so at øll í leguni kundu síggja hann. Tá tey, sum vóru bitin, hugdu upp á ormin, sluppu tey við lívinum.

Ein sera løgin loysn, men hon riggaði! Og júst hesa hending nevnir Jesus fyri Nikodemusi, tá hann skal greiða honum frá sínum egnu ørindum her á jørð. Eins og koparormurin varð settur á eina stong, skal Jesus verða negldur á ein kross fyri allar heimsins – eisini okkara – syndir. Fyri at ein og hvør, sum hyggur upp á hann – tað er: trýr á hann – ikki skal farast av syndini, men tvørturímóti skal hava ævigt lív í Jesusi!

Tað er júst tað, sum kristna trúgvin snýr seg um! At hyggja upp á Jesus – líta á Jesus, heldur enn at líta á síni egnu evni.