Hygg upp og síggj Guds kærleika
“Síggið, hvussu miklan kærleika faðirin hevur sýnt okkum, at vit skulu verða kallað Guds børn” (1 Jóh 3,1).
Í okkara gerandisdegi hava vit øll sera nógv at hugsa um. Samstundis eru tað eisini nógv viðurskifti, sum gera, at vit gloyma Gud burtur í dagligdagsresinum.
Søgan um Martu og Mariu lærir okkum, at eitt er neyðugt, og tað er at sita við Jesu føtur og lurta eftir hansara lívgandi orðum. Men tað kann vera so trupult at gera tað, tá vit ganga runt við fullari skrá allatíðina.
Fyrsta Jóhannesarbræv 3,1 byrjar við orðinum ”síggj”. Týdningurin av hesum orði er, at vit skulu steðga á og hyggja upp á okkara harra og frelsara. Hetta er nakað, sum er alneyðugt fyri okum øll, sum eru Kristi lærusveinar. Vit mugu steðga á allatíðina og hyggja upp til Guds, fyri at finna veg ígjøgnum dagsins strev og stríð.
Men hvat finna vit, tá vit hyggja uppá hann, sum yvir øllum valdar. Jú, versið sigur víðari, at vit síggja, hvussu stórur hansara kærleiki er til okkara.
Gud sjálvur sigur, at hann elskar teg, sum lesur hetta. Og tað vísir hann serliga við, at hann sendi sín son her niður at doyggja fyri tínar syndir.
Meir vit hyggja upp á Gud, meir síggja vit av hansara kærleika og náði til okkara, og meira gleði fáa vit at býta hansara kærleika út til tey, sum hava brúk fyri at síggja hansara kærleika.