Í máttloysi legði hon seg á knæ

Skrivað: Jannet Hanusardóttir Højgaard

“Og tí havi eg gott mót í veikleika…; tí tá ið eg eri veikur, eri eg sterkur” (2. Kor 13,3)

Filmurin, Miracles From Heaven, er um eina mammu, sum stríðist at finna røttu viðgerð til dóttur sína, sum hevur fingið eina torgreidda tarmsjúku. Ígjørnum stríð og mótgongd missir mamman álit á Gudi. Hon tekur støðuna í egnar hendur og søkir hjálp hjá ymiskum serlæknum, men gentan gert sjúkari og veikari hvønn dag. Eftir fleiri kanningar og viðgerir er lítil vón fyri, at gentan verður frísk. Ráðini frá serlæknanum eru, at hon má fáa tað besta burturúr tíðini, gentan hevur eftir at liva.

Tað ið ikki tykist at kunna blíva verri endar tó í eini øgiligari vanlukku, tá ið gentan dettur 4 metrar niður í eitt træ uttanfyri heimið. Sløkkiliðsfólk og løgreglan koma á staðið fyri at hjálpa gentuni upp úr trænum, men hetta tykist sera trupult og eingin er vísur í, um gentan enn er á lívi.

Hvat er nú at gera? Hvussu kann mamman nú bjarga dóttrini?

Í máttloysi leggur hon seg á knæ framman fyri træið og biður tí einfaldu bønina: Faðir vár, tú sum ert í himlinum. Umaftur og umaftur endurtekur hon bønina, inntil hjálparfólkini fleiri tímar seinni bera gentuna upp úr trænum.

Gentan hevur einki álvarsligt mein fingið. Hon tykist heldur frískari fyri hvønn dag, og sjúkueyðkennini hvørva so við og við. Kanningarnar vísa, at gentan er vorðin frísk. Eitt undur?

«Eg veit, at eg eri frísk» sigur gentan. «Hann segði mær tað, tá ið eg lá niðri í trænum»

«tað sum er ógjørligt hjá monnum, er gjørligt hjá Gudi» (Luk 18, 27)