Aftur til forsíðu

Í parti við tí sterkasta

Í parti við tí sterkasta

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Hvør tann, sum trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Gudi… Alt, sum er føtt av Gudi, vinnur sigur á heiminum” (1 Jóh 5,1.4).

At síggja til eru tey, ið trúgva á Jesus Kristus, veik. Ein minniluti, sum mong síggja niður á og sum ikki megnar stórvegis. Og sum eisini dagliga má stríðast við freistingar og fellir í synd.

Men júst í menniskjaligum máttloysi fær Gud víst sína styrki. Nettupp har sum menniskju melda pass, sleppur Gud til við síni náði og megi.

Tú, sum trýrt á Jesus, hevur einki at óttast – uttan mun til hvussu veikan ella einsamallan tú kennir teg. Tí tú ert í parti við tí sterkasta av øllum! Honum sum sjálvur hevur gjørt himmalin og jørðina. Sum hvørt sekund heldur øllum uppi við sínum máttmikla orði. Sum fyrigevur hvørt brot og reisir tann falna aftur á føtur! Og sum ein dag fer at vísa øllum heiminum, at sigurin á páskum ár 33 var ein endaligur sigur, sum eisini avger ævinleikan fyri eitt og hvørt menniskja! Tú hoyrir honum til!

A+