Í Vandasjógvi

Skrivað: Magnus Hansen

“So reistist hann og hóttaði at vindi og aldum, og tað varð blikalogn” (Matt 8,26).

Jesus varð føddur her á jørð sum menniskja og hevði menniskjansligan tørv. Jesus var móður og sovnaði í bátinum.

Tá er tað, at óveðrið brestur á, og teir eru í stórum vanda. Lærusveinarnir verða bangnir, men teir høvdu Jesus innanborða. Teir vaktu hann og siga við hann, at hann má bjarga teimum, tí teir ganga burtur. Jesus átalar teir fyri at hava ov lítla trúgv, reisir seg og hóttir at vindi og aldum, og tað varð blikalogn.

Lærusveinarnir høvdu verið vitni til mangar kraftargerðir, Jesus gjørdi, tá ið tað galt onnur menniskju, men nú, tá ið teir eru í ódnarveðrinum, eru teir bangnir og hava nærum mist tamarhald á støðuni. Teir undrast á, at vindur og veður eru honum lýðin, tó at teir beint frammanundan við egnum eygum høvdu sætt ein spitalskan verða reinan og illar andar verða riknar úr menniskjum.

Jesus hevur ikki at lærusveinum sínum, tí teir komu til hansara og bóðu um hjálp, men hann hevði at teimum, tí teir høvdu ov lítla trúgv.

Í okkara ótta vísir Jesus okkum náði.Við trúgv á Jesus vísir hann okkum leið gjøgnum ódnirnar, ið kunnu herja á okkum í lívinum.