Ísrael og heidningarnir

Skrivað: Kaj Eli Hansen

…tí at Guð iðrar seg ikki um náðigávur sínar og kallan sína. Rom. 11,29

Yvirskriftin yvir hesum avsnitti, sum versi er tikið úr, er ”forherðing Ísraels skal eina ferðhalda uppat, tá skal Ísrael koma til trúgv og frelsu”
Her tosar Paulus um, hvat status Ísrael hevur í samband við frelsuna í Jesusi, og um at Ísrael ikki er slept uppá fjall, men framvegis er í Guðs ætlan. Eisini tá ið tað kemur til Guðs frelsu fyri Ísrael. Guð iðrar seg ikki um tað náðigávur og tað kallan sum hann hevur givið ígjøgnum Ísraels fólk.
Men Paulus staðfesti eisini at tað er ein forherðing komin yvir ein part av Ísraels fólk, men henda forherðing er til gagn fyri okkum heidningar, har okkara tíð er nú, til at koma til trúgv og frelsu á jødan Jesus Kristus.
Men tá ið tíð heidningana er liðug, skal Ísrael frelsast, tá skal sløri takast burtur frá eygum teirra, og tey skullu viðurkenna Jesus sum Messias.
Tí stendur Guðs kallan og útveljin við, og Ísrael sum tjóð er framvegis í Guðs ætlan.
Ísrael skal frelsast. Nær? Tað vita vit ikki. Men tá ið tann tíðin kemur, er tíðin fyri okkum heidningar komin at enda.
Enn er náði tíð, enn er Guð at finna. Leita til hann og tú skal verða frelst/-ur.
Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur Rom. 10,13