Játta

Skrivað: Annelisa Rasmussen

“Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds” (Matt 16,16).

Tá ið Jesus gekk her niðri á foldum, vóru tað ymiskar meiningar um, hvør hann var. At hann ikki var heilt vanligur, vóru tey flestu samd um, men hvør var hann? Summi hildu, at hann var Jóhannes doyparin, onnur hildu Elia ella Jeremia.

Men tað var ein, sum ikki var í iva um, hvør Jesus var, tað var Pætur. Her sigur hann klárt og týðiliga: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds” –  tað var hetta, Pætur hevði fingið burturúr at fylgjast við Jesusi.

Tað eru eisini ymiskar meiningar í dag um, hvør Jesus er. Mín spurningur til tín er: Hvønn sigur tú Jesus vera?

Kann vera, at tú heldur, at hetta er ein nærgangandi spurningur.

Kann vera, at tú ikki hevur hugsað um hetta áður. Tað eru tað so nógv onnur, sum heldur ikki hava; men tað er lívsneyðugt, at vit hugsa um henda spurningin. Tað er ein játtan, sum Jesus væntar av okkum. Tað er henda játtan, sum Pætur kom við, tá ið hann hevði møguleikan til tað: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds”.

Er Jesus vorðin tín Kristus, tín frelsari? Er hann vorðin tín persónligi frelsari?