Jesus boðar okkum sína fyrigeving

Skrivað: Ragnar Mortensen

”So boði eg tær náðiga fyrigeving fyri allar syndir tínar í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans!”

Hetta eru stór orð, hesi sum verða søgd, tá vit fara til altars.

Øll vit, sum hava logið, stjolið, verið øvundsjúk, brotið lógina ella hvørja synd vit hava gjørt, hava møguleikan fyri at fáa okkara syndir fyrigivnar. Ikki tí at vit eru so fitt ella nakað, men tí at Jesus doyði á Golgata fyri tínar syndir.

Í Efesusbrævinum 2,8-9 stendur (Nýggi Sáttmálin): ”Av náði síni hevur Gud frelst tykkum, tí at tit trúgva á Krist, tað er ikki tykkum at takka, men tað er Guds gáva, ikki av nøkrum, sum tit hava gjørt, so eingin skal rósa sær.”

Hetta eru stór og troystarrík orð, at vit eru frelst av náðini, sum vit FÁA ókeypis frá Gudi, tí vit trúgva á Krist. Ikki tí at eg eri ’gudiligari ’ enn grannin, men tí at vit hava fingið ein gávu frá Gudi – náðina.

Tá ið vit hava fingið nakað so stórt, so máttu vit verið so himmals-lukkulig, at vit av øllum alvi royndu og kempaðu fyri at liva eitt lív, sum Gud ynskir tað. Men tíverri, so miseydnast tað alt ov ofta, og tá er tað stórt og troystarríkt at fáa boygt síni knø, fáa hondina á høvdið og hoyra orðini: ”So boði eg tær náðiga fyrigeving fyri allar syndir tínar í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans”.

Takk Jesus fyri náði tína!