Jesus einsamallur
Matteus 17,1-9 – Jesus umbroytist á fjallinum
Vit hoyra í hesum brotinum um hendingina, tá ið Jesus umbroyttist á fjallinum. Teir, sum sóu tað, vóru Pætur, Jákup og Jóhannes. Jesus umbroyttist fyri eygum teirra, og andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vórðu hvít sum ljósið. Ivaleyst er hetta íblástur til mongu málningarnar av Jesusi, tá ið vit síggja hann í hvítum klæðum við glæmu um høvdið.
Her hendir eitt undur – og Móses og Elia sýndu seg fyri teimum. Løtu seinni hoyrdu teir eisini eina rødd, ið segði: “Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Lýðið á hann!”
Lærusveinarnir gjørdust ógvuliga ræddir, tí nú høvdu teir bæði sæð Móses og Elia og hoyrt Guds rødd umframt. Eg vænti, at eisini eg hevði blivið ávirkaður – í besta føri ovfarin, men ivaleyst eisini óttafullur, um eg hoyrdi og sá tað sama sum teir.
Jesus visti hetta um óttan hjá lærusveinunum – Jesus kennir mannasinnið, tí hann er heilt menniskja og heilur Gud. Jesus er sum vit. Tí mátti Jesus gera okkurt fyri at ugga lærusveinarnar.
Tá fór Jesus fram at lærusveinunum, nam við teir og segði: “Reisið tykkum upp og óttist ikki!” Men tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan“.
Hvussu er við mær og tær – síggja vit Jesus einsamallan, tá vit hyggja upp, ella síggja vit alt annað, ið órógvar okkara sinni?
Mín bøn er at síggja Jesus einsamallan!