Aftur til forsíðu

Jesus er absolutti sannleikin

Jesus er absolutti sannleikin

Skrivað: Bárður Kass Nielsen

“Jesus sigur við hann: ”Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6).

Hetta versið er í stórari andsøgn við humanistiska rákið nú á døgum. Tí kann eg yvirhøvur siga, at Jesus er sannleikin? Kann eg yvirhøvur siga um nakað sum helst, at tað er rætt ella skeivt? Vit hoyra ofta, at tað, sum er sannleikin fyri teg, er ikki tað sama sum mín sannleiki. Sannleikin er ikki longur mettur sum nakað endaligt, ella nakað absolutt, men sum nakað, ið hvør einstakur kann evna til eftir egnari fatan og sannføring. Sannleikin er blivin flótandi. Sosialar konstruktiónir, sum í dag gera sína ávirkan á lógarsmíð, lærubøkur og hugsanarháttin millum fólk sum heild.

Jesus sigur tó nakað heilt annað. Hann sigur: “Eg eri sannleikin”. Ikki bara ein av mongum sannleikum. Hann letur ikki upp fyri einum kjaki um, hvussu tú ella eg uppfata vegin til frelsu, ella hvussu ymiskar fatanir vit kunnu hava til hesa eksistensiellu støðu.

Jesus er vegurin, sannleikin og lívið. Vit, sum av Guds náði kunnu kalla okkum hansara børn, verða javnan møtt av dagsins ráki og verða tí eisini avbjóðað av Jesu egnu orðum.

Máttu vit tí eins og Dávid ákalla Harran við bønini “So fjali tú, Harri, ei heldur fyri mær miskunn tína, náði tín og sannleiki tín allar tíðir meg varði!” (Sl 40,12)

A+