Jesus er lívsins breyð – til okkum
”Jesus segði við teir: ”Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta. Men eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð meg og trúgva tó ikki. Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur” (Jóh 6,35-37).
Henda orðingin ”Eg eri” er júst sama orðing, sum Gud nýtti um seg sjálvan, fyrstu ferð vit lesa, at hann avdúkaði sítt navn. Gud segði við Móses: Tú skalt siga við ísraelsmenn, at ”eg eri” hevur sent teg. Jesus sigur seg vera lívsins breyð. Tað gjørdi hann, samstundis sum páskirnar nærkaðust. Hátíðarhaldið fyri Guds stóra breyðundri í oyðimørkini, tá ið Gud syrgdi fyri mati og drekka til sítt útvalda fólk í 40 ár.
Jesus gjørdi enn eitt breyðundur og mettaði fleiri túsund fólk. Og hann gjørdi tað á einum oydnum staði. Hann vísti sítt guddómliga vald, at hann var og er mentur at gera undur, tí hann er Guds sonur. Hetta sama guddómliga vald síggja vit Gud hava, tá ið hann skapti alt við sínum orði.
Og tá ið Gud hevði skapað himmal og jørð og alt, sum skuldi til, fyri at tað kundi vera liviligt hjá menniskjum, skapaði hann okkum. Síðani gav hann okkum boð um at taka ábyrgd av tí skapta og at gagnnýta tað væl og rætt, sum Guds umboð á jørð. Men hava vit tað? Hevur tú tikið hesa ábyrgd á teg?
Í fyrstuni høvdu vit atgongd til lívsins træ, men vegna sjálvsøkni og ynski um sjálv at vera Gud, mistu vit hesa atgongd. Vit síggja tó Guds umsorgan fyri okkum serstakliga ta ferðina, tá ið Ísraelsfólk fór úr Egyptalandi út í oyðimørkina. Tað var ikki Móses, men Gud sjálvur, sum gav teimum breyð av himni og vatn úr klettinum, sigur Jesus.
Men bæði breyðundrið í oyðimørkini á Móse døgum og Jesu breyðundur peika fram móti tí fullkomna nýggja heiminum, tá ið Gud fer at skapa alt av nýggjum.
Tá verður aftur atgongd til lívsins træ, sum bæði gevur ávøkst hvønn mánað í árinum, og hevur bløð, sum verða til lekidóms hjá fólkasløgunum.