Jesus er trúverdur!

Skrivað: Derhard Jógvansson

Flestu av okkum kenna sendingina X Factor. Hvussu fleiri skulu til sangroynd fyri dómarum, sum skulu avgera, um tey skulu víðari ella ikki. So síggja vit nøkur av hesum vónríku menniskjum standa fyri dóminum og hoyra orð sum: “Tú syngur ræðuligt!” ella “Ketta mín syngur betur enn tú!” ella “Eg havi ongantíð hoyrt nakað verri!”

Allan uppvøksturin og fram til upptøkuroyndina hava foreldur og vinir kanska sagt við hesi somu: “Tú syngur ordiliga væl!” ella “Á, sum hatta er gott!”

Eg vil vera so fittur, góður, hjálpsamur og gávumildur. Eg vil ikki sára kenslurnar hjá einum øðrum menniskja, og lúgvi tí, so menniskjað ikki fær sviðan at kenna í løtuni. Hví? Er tað fyri tað besta hjá hinum, ella mær sjálvum?

Hykl gleðir fyrst og svíður so, men trúvirði svíður fyrst og gleðir so!

Jesus er ikki sum vit! Hann sigur tað, hann hugsar, og ger tað, hann sigur! Hann er trúverdur: Verdur at trúgva, tí hann er eingin hyklari. Hann gav okkum alt. Ofraði seg sjálvan við at lata seg doyggja á einum krossi. Reis upp aftur, soleiðis at vit við trúnni á hann eiga ævigt lív.