Jesus er við okkum
“Jesus segði: “Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda” (Matt 28,20).
Hesi orðini segði Jesus við lærusveinarnar, men eg kann fegnast um, at hann eisini sigur tað við meg og við teg.
Lærusveinarnir høvdu verið saman við Jesus í nøkur ár, men nú tyktist tað, sum hetta var komið at enda. Jesus skuldi heim til Faðirin, Gud í himlinum.
Lærusveinarnir skuldu nú vera einsamallir, og teir skuldu fara út í hitt torføra lívið at kunna um og upplýsa um mannin úr Nasaret. Tað var ikki bara sum at siga tað og ei heldur nøkur løtt uppgáva fyri teir, tí menniskjað er føtt inn í heimin við sjúkuni “arvasynd”.
Men tá er tað, at Jesus gevur teimum sítt lyfti um at fylgja teimum; og lærusveinarnir fingu at kenna og uppliva, at hann helt lyfti sítt.
Nú eru tað okkum, tað snýr seg um, í okkara samtíð. Eisini vit skulu út í dagin og kunngera boðskapin eins og lærusveinarnir. Vit skulu millum annað vísa kærleika og virðing fyri hvør øðrum. Vit skulu vera vitni fyri okkara næsta, ið er tú, ið lesur hesa grein, tín vinur, familja, starvsfelagi og ein og hvør annar. Vit skulu stuðla, har ið á stendur og tørvur er á, ja, vit skulu vera nærverandi.
Tað, sum Jesus fyrst og fremst vil, er, at vit koma til hansara við øllum, bæði gleði og sorg, í góðum tíðum og í minni góðum tíðum. Tí sum hann segði “Eg eri við tykkum allara dagar alt til veraldar enda”, og hann segði eisini “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg skal veita tykkum hvílu“ (Matt 11,28).
Lyftið frá Jesusi er tað sama í dag, til okkara sum búleikast her á staðnum, í Føroya landi og um allan heimin, ja, har vit eru.
Tá ið vit nú hava fingið hetta lyftið, vilja vit í treysti til hansara, eisini í dag, váða okkum at fara óttaleys út í lívið og liva lívið við teimum avbjóðinum, sum Gud gevur okkum.
Tá ið eg taki lyftið frá Jesusi til mín, kann eg eisini í frímóði, í dag, samgleðast við tykkum um frelsuna, friðin og gleðina, sum er givin okkum í Jesusi Kristi.