Jesus livir!

Skrivað: Hanna Skorastein

“Hví leita tit eftir hinum livandi millum hinna deyðu?” Lukas 24, 5b

Tað eru Maria og Maria Magdalena sum fáa hendan spurningin, tá tær fara út til grøvina, har tey løgdu Jesu likam. Kvinnurnar eru í døpurhuga, tí at Jesus er deyður, og nú finna tær ikki hansara likam. Tá er tað at tveir menn í skínandi hvítum klæðum standa hjá teimum, og seta teimum henda spurningin.

Minnist, tá eg sum barn sá film um líðingarsøgu Jesusar. Minnist hvussu órættvíst eg helt hetta var, at Jesus skuldi krossfestast, meðan Barabbas var leysgivin. Minnist, at eg sat og ynskti og vónaði til tað allarsíðsta, at Pilatus fór at síggja støðuna sum eg sá hana, og fór at sleppa Jesus leysum, og í staðin krossfesta Barabbas.

Fyri mítt barnasinni var hetta einasti og rættasti vegurin fram.

Sum vaksin er hetta ofta komið fram fyri meg aftur. Men veruleikin er jú tann, at var Jesu krossardeyði ikki ein veruleiki, ja so var heldur ongastaðni hjá okkum at leita eftir Jesusi. Og okkara støða hevði tá verið púra vónleys. So hevði Jesus ikki verið at funnið.

Men takk og lov at tað ikki bleiv, so sum eg sum barn ynskti tað. Og somuleiðis sum kvinnurnar við grøvina fingu tað at vita, so fáa vit eisini at vita: Hann er ikki her, men hann er risin upp!” Lukas 24, 6a. Og hann er at finna fyri tann, sum leitar til hansara.

Amen.