Jesus livir!

Skrivað: Øssur Kjølbro

”Síðan sigur hann við Tummas: “Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar, og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi” (Jóh 20,27)

Jesus var veruliga steindeyður! Men líka veruliga reis hann upp páskamorgun! Tað var ikki eitt spøkilsi, sum kom út úr grøvini – ei heldur eitt hálvdeytt, sum hevði bráfeingistørv á læknahjálp! Nei, hann var sprelllivandi – og so sterkur, at hann ongantíð aftur kann doyggja! Og lærusveinarnir rørdu við sárini á tí krossfesta og upprisna – og máttu trúgva!

Jú, kristindómurin er meira enn vøkur orð um lívið! Kristindómurin snýr seg um ein deyðan mann, sum reis upp frá deyðum og feldi deyðan! Og sum lovar teimum, ið trúgva á hann, somu uppreisn, tá hann eina ferð kemur aftur! Hansara uppreisn er trygd fyri okkara uppreisn – míni og tíni! Tí kann tann, ið trýr á Jesus, halda páskir hvønn dag, alt árið! Lovaður og prísaður veri hann!