Jesus var ofrið

Skrivað: Jógvan Højgaard

“Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey, úr erva og líka niður ígjøgnum.” Markus 15, 38. “Tá ið vit nú, brøður, í Jesu blóði hava treyst at ganga inn í halgidómin, hagar hann vígdi okkum atgongd, nýggjan og livandi veg inn ígjøgnum forhangið, tað er hold hansara,” Hebr. 10, 19-20.

Evangeliini siga sera gjølla frá, hvat hendir hendan dagin, Jesus verður hongdur á ein kross á Golgata uttan fyri býarmúrarnar í Jerusalem. At enda koma vit har til, sum Markus sigur tað í kap. 15, 37: “Men Jesus rópaði so hart eitt róp og gav upp andan.” Næsti setningur í v. 38 flytur okkum við eitt burtur frá Golgata og inn í býin, ja, inn í templið: “Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey, úr erva og líka niður ígjøgnum.” Síðani verða vit aftur flutt út á Golgata, har vit hoyra um ein rómverskan herhøvdinga og nakrar kvinnur, sum høvdu fylgt Jesusi.

Hví verður hesin setningur um forhangið í templinum tikin við?

Templið var deilt í økir. Har var forgarðurin, har fólkið kundi bera síni offur. Síðani tað heilagasta, har prestarnir høvdu sína dagligu tænastu. Í innara enda á tí heilagasta hekk tað stóra tunga forhangið og innan fyri tað tað allarheilagasta, har Guð hevði sæti. Ongin uttan høvuðspresturin hevði atgongd inn hagar og tað bert eina ferð um árið. Tað var tann stóra sáttargerðardagin, tá høvuðspresturin vegna seg sjálvan og fólkið skuldi bera blóð av feilafríðum djórum inn hagar til fyrigeving syndarinnar.

Tá forhangið í templinum skrædnar í sama viðfangi, sum Jesus doyr á krossinum, merkir tað, at vegurin inn til Guðs nú er opin. Hann hevur verið afturlatin, síðani menniskjan fall í aldingarðinum og varð koyrd út hagani. Forhangið er eitt tekin um hesa sundurskiljan millum okkum og Guð.

Á Golgata bar tann óseki Jesus allar okkara syndir. Vegna okkara synd mátti hann doyggja. Um Jesus ikki hevði doyð fyri syndir okkara, vóru vit æviga skild frá Guði. Hebr. 10, 20 sigur, at “hann (Jesus) vígdi okkum atgong, nýggjan og livandi veg inn ígjøgnum forhangið, tað er hold hansara.” Her verður líkheitstekin sett ímillum forhangið í templinum og Jesu hold. Forhangið var ikki nakað vanligt klædnaplagg. Men hóast tað bæði var tjúkt og sterkt, so var tað av jarðiskum evni. Tað, sum veruliga skildi okkum frá Guði, var syndin, Jesus bar upp á krossin. Tá Jesus vegna okkara synd doyði á krossinum, var hann bót fyri allar syndir okkara. Aftur í tíð og frameftir.

“Tað er fullgjørt!”, rópti Jesus. Hann hevur vunnið sigur á djevlinum og hansara felagum. Vit hava ikki tørv á at bera fleiri offur fyri syndir okkara. Hebr. 10, 19 sigur tað so gott, at vit í Jesu blóði hava treysti at ganga inn í halgidómin, t.v.s. inn til Guð.

Harrin hjálpi okkum at ganga vegin, sum eitur Jesus Kristus, inn til Guð faðir okkara.

Gleðiligar páskir!