Jesus vil tosa við teg – í dag

Skrivað: Mourits Mouritsen

Tú hevur ofta sagt: Eg veit ikki, hvussu eg skal gera tað, Gud. Vilt tú geva mær hesa gávu?

Tú hevur ikki brúk fyri meira enn náði. Og henda náði er nóg mikið. Náðin útstrikar alla synd. Spurningurin, um eg eri nóg góð/ur, verður als ikki tikin við. At vera Guds barn er at hvíla í náðini. Tí av náðini skalt tú verða gjørd/ur heilagur, tú skalt vaksa, sigra og verða varðveittur.

“Við trúgv vrakaði Móses, tá ið hann var tilkomin, tað at vera kallaður dóttursonur Fáraos, og valdi heldur at tola ilt saman við fólki Guds, enn at hava eina stutta syndanjóting, við tað at hann helt vanvirðing Krists fyri størri ríkidømi enn gripir Egyptalands; tí at hann hugdi fram móti lønini” (Hebr 11,24-26).

Í dag er Jesus her og vil tosa við teg. Gud hevur leitt teg hagar. Bið Gud um at lata hjarta títt upp, so at tú kanst taka ímóti.

Tað er ringt at viðurkenna seg sum ein syndara fyri Jesusi og biðja um fyrigeving, men tað er tað vert!

“Og Jesus steðgaði og kallaði á teir og segði: “Hvat vilja tit, at eg skal gera tykkum?” Teir siga við hann: “Harri, at eygu okkara mugu verða latin upp.” Og Jesusi tókti hjartaliga synd í teimum, og hann nam við eygu teirra, og við tað sama fingu teir sjónina aftur, og teir fylgdu honum” (Matt 20,32-34).

Hetta er tað, ið Jesus vil í dag. Hann vil fegin lata tíni eygu upp, so at tú kanst síggja tann kærleika, hann hevur til tín! Tað er bert eitt at gera: Kalla á Jesus, har tú ert, nú! “Jesus hjálp mær, eg kann onki í mær sjálvum!”

Ella skal tín stoltleiki gera tað, at tú kemur at hoyra orðini: “Eg kenni teg ikki: Eg var og vitjaði teg, men tú hevði ongantíð tíð, at tosa við meg.”