Kann eg blíva frelstur?

Skrivað: Jørgen Frantz Andreasen

”Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør sum trýr á hann, ikki skal glatast men hava ævigt lív” (Jóh 3,16).

Kann eg blíva frelstur? Henda spurning eru tað mong, sum hava sett sær og enn í dag seta sær. Tá vit koma í samband við Jesus og fáa at kenna hansara mátt, so eru vit skjót at billa okkum inn, at vit ikki hava uppiborið hansara náði.

Tað kann so vera nakað um tað, men hoyr, tað er onki menniskja, sum hevur uppiborið Jesu náði.

Hinvegin hava vit øll fingið sama tilboð. Jesus spyr ikki, hvør tú ert ella hvaðani tú kemur. Hann spyr ikki nærri um, hvat tín fortíð inniheldur. Hann vil bert, at tú kemur til hansara í eyðmýkt og takkar honum fyri náðina og biður hann um fyrigeving. Ongin, sum kemur, verður koyrdur burtur, men tikin inn til hansara favn og vardur.

Sum ørindið sigur tað: “So at ein og hvør sum trýr…”

So ivast ikki. Jesus elskar teg og vil gjarna hoyra frá tær. Hann stendur og bankar á tínar hjartadyr og vil koma inn og geva tær hvíld og at reinsa tína sál frá allari órættvísi.

Kom og sig Jesusi takk. Gev honum innivist í tínum hjarta.

 

Jesus signi tær dagin og framtíðina.