Kann eg vita við vissu, um eg eri frelstur?
"Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit sum trúgva á navn Guds sonar" (1 Jóh 5,13).
Kann eg vita við vissu, um eg eri Guds barn? Ikki bara ganga út frá, at eg eri frelstur. Ikki bara vóna tað besta. Men vita tað við vissu?
Ja, sigur Jóhannes í versinum omanfyri: “Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív…”
Men hvørji vendir ápostulin sær til við hesum greiða boðskapi? Jú, “tit sum trúgva á navn Guds sonar!” Ikki: Tit, sum royna at gera tykkara besta fyri at vera góð menniskju. Ikki: Tit, sum royna at liva gudiliga, ella hava lært tykkum ein andaligan atburð og málburð. Heldur ikki: Tit, sum trúgva, at bíbliusøgan sigur satt sum so, men ikki tora at líta tykkum sjálv í hansara hendur.
At trúgva á navn Guds sonar er at festa alt sítt álit á hann. Á hann og fullgjørda verk hansara. Alt líta á, at tað, sum hann er, tað er hann fyri meg: Rættvísur, reinur og verdur til Himmalatgongd. At tað, sum hann gjørdi á Golgata og páskamorgun, tað gjørdi hann fyri meg: Leið og doyði fyri mínar syndir, ja, í mín stað. Og reis upp til mína rættvísi. Altso at uppreisn hansara prógvar, at bøtt er fyri alla mína synd. Um tað ikki var so, lá hann enn í grøvini.
At trúgva á navn Guds sonar er at festa alt sítt álit á hann og fullgjørda verk hansara. Og størsta vantrúgv er at royna at leggja eitt sindur av sínum egna afturat – sum um at hansara ikki ordiliga er nóg mikið!
“Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit sum trúgva á navn Guds sonar.”