Kasta alla tína sorg á hann
“Kastið alla sorg tykkara á hann! Tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum” (1 Pæt 5,7).
Er tað ikki akkurát tað, vit hava brúk fyri, at kasta alla sorg okkara á hann?
Øll hava vit ymiskt at dragast við, stórar ella minni trupulleikar. Mong hava strongd, ringar nervar ella eru altíð troytt.
Tað kann vera sera tungt at hava trupulleikar, og longri tíð gongur, meira verða vit merkt av tí.
Hetta veit Harrin Jesus, og Hann hevur umsorgan fyri okkum. Hann kennur okkum og okkara trupulleikar betri, enn vit gera sjálv. Og hann sigur, at vit kunna kasta alt á hann. Ein fantastisk náði!
Eini hjún høvdu eina tíð nógv at dragast við. Konan sigur: Vit muga biðja, so leggja vit alt á Jesus. Maðurin svarar: Her skal handlast, ikki biðjast. Tað elvdi til stórar trupulleikar í fleiri ár.
Men er tað okkara stoltleiki, ið forðar okkum? Halda vit, at vit missa yvirblikk? Men við at leggja alt á Jesus, vísur hann okkum, hvussu trupulleikarnir verða loystir.
Tað kann bæði vera heilsutrupulleikar, trúartrupulleikar ella materiellir trupulleikar. Minst til: Einki er ov stórt ella ov lítið at kasta á Jesus.
Hvussu fantastiskt er tað ikki at hvíla í tí, at Jesus hjálpir okkum.
Tá vit sjálv bera okkara byrðar, verða vit troytt og mótleys.
Lat okkum tí ikki goyma nakrar byrðar, men leggja alt á Jesus.
Jesus elskar teg.