Kenna vit … kennist tað …?
“Tí at vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt” (Áps 4, 20).
Vit kunnu byrja við, at seta spurningin, um tað kennist á okkum, at vit fylgjast við Jesusi? Kenna vit okkum aftur í versinum hjá Pæturi og Jóhannusi, vit kunnu ikki lata vera við, at tosa um tað, vit hava hoyrt og sæð!
Tann dagin í Getsemane, tá Jesus varð tikin, hevði hesin sami Pætur avnokað tríggjar ferðir, at hann kendi Jesus. Teir høvdu sitið aftanfyri læstar hurðar í sorg um, at Jesus var deyður.
Á hvítusunnu hevði Pætur upplivað eina broyting, har hann hevði talað til nógv fólk og 3.000 vendu um. Hann upplivdi eitt frímóð, sum ongin kundu taka frá honum.
Hesin sami andin, sum vakti 3.000 menniskju, er enn virkin. Eitt amerikanskt tíðarrit hevði hesa yvirskrift: “We cannot see God, but God touches us”. Leystligt umsett sigur hetta “Vit kunnu ikki síggja Gud, men Gud nemur við okkum”.
Her eru trý ting vit kunnu gera:
- Bið um, at tú framhaldandi skalt hava treysti og áhuga, at fortelja øðrum um Jesus.
- Tú ert tú, og ikki broyta tað. Hav frímóð at spyrja tín næsta: “Kann eg biðja fyri tær?”
- Bjóða øðrum við til tiltøk, har Guds orð verður boðað.
Tað er einans Gud, sum kann skapa trúnna, og hvíl tí í, at hann vil opna hjartadyr – Harri, hjálp okkum at vitna um tað, vit hava sæð og hoyrt.