Klædnavask

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Sælir eru teir, sum tváa skikkjur sínar, so at teir mega fáa atgongd at lívsins træi og mega ganga inn um portrini inn í staðin” (Opb 22,14).

Øll, ið trúgva, at nakar himmal yvirhøvur er til, vilja fegin sleppa inn í himmalin. Kanska halda vit ikki, at tað skuldi verið nakar trupulleiki. Men sambært Guds orði krevur tað reinsan, tí “lívs-klæði” okkara eru alt ov skitin til himmalin, har alt er fullkomið. Tí bjóðar Jesus okkum at vaska klæði okkara – fyrigeva okkum – tí hann gav sítt lív fyri okkara syndir. Taka vit ikki við hesi loysn, mugu vit ein dag fram fyri trónuna hjá tí heilaga Gudi við øllum okkara syndum og uttan Jesus. Og so hava vit ongan kjans! Men taka vit við hesi loysn, fáa vit atgongd at lívsins træi og sleppa inn um portrini – fullkomiliga ókeypis og óuppiborið.