Aftur til forsíðu

Kom aftur til Guds

Kom aftur til Guds

Skrivað: Dan Højgaard

”Eg, eg eina, striki út misgerðir tínar vegna mín sjálvs og minnist ikki syndir tínar” (Jes 43,25).

Í trúarlívinum, haldi eg, at vit eru fleiri, ið viðhvørt føla tað sum um, at tað nú er lang tíð, síðani eg søkti Gud, nú havi eg verið burtur frá Gudi, so langt at man byrjar at hugsa, eri eg bara hatta eina fetið burtur, at eingin vegur er aftur?

Tað, ið sáar henda ivan og heldur okkum aftur frá at søkja Gud, eru minnini um okkara misgerningar og syndir, ið vit hava gjørt og skammast yvir.

Men her lesa vit, at Gud hevur longu strikað okkara misgerðir út og minnist ikki okkara syndir, so hví skulu vit?

Vit skulu sjálvandi læra av okkara feilum og biðja til Gud um styrki at halda okkum á rættari leið, og ikki gera hesar syndir aftur. Tað er sjálvandi lættari sagt enn gjørt, og fleiri av hesum syndum venda aftur frá tíð til aðra.

Men Guds lyfti er tað sama hvønn dag, hansara náði er nýggj á hvørjum degi. So steðga á, vend um. Hann er klárur at taka ímóti tær og hevur longu strikað út tínar syndir, og minnist tær ikki.

A+