Kom inn í mítt hjarta, Jesus
Jesus kom inn. Jesus kom inn.
Kom inn í mítt hjarta, Jesus.
Kom inn í dag, koyr synd avstað.
Kom inn í mítt hjarta, Jesus.
Hesin einfaldi og stutti sunnudagsskúlasangurin kemur mær ofta í hug. Hetta er serliga, tá eg síggi, hvussu vánaligur eg eri í mær sjálvum, og hvussu nógv mær tørvar Jesus. Sangurin er sera einkul, men hevur ein greiðan boðskap: At Jesus má koma inn í okkara hjørtu og reinsa og broyta okkum.
Sangurin kann bæði vera sungin av einum, sum ikki hevur Jesus í hjartanum í forvegin, har viðkomandi letur Jesus sleppa inn; og eisini av einum, sum kennir Jesus og sær tørvin á at áhaldandi fylla seg við Honum og lata Hann reinsa seg.
“Fram um alt, ið verður varðveitt, varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp.” (Orðt 4,23). Hetta vísir, hvussu týdningarmikið tað er, at vit varða okkara hjarta frá illum, tí um vit loyva illum at koma í okkara hjarta, so verður okkara lív myndað av tí. Tí mugu vit loyva Jesusi at eiga okkara hjarta, alt sum tað er. Um vit bert loyva Honum at eiga ein part, so geva vit Honum ikki loyvi at broyta okkum, eins og Hann vil og veit er best.
Tað er bert eitt handtak til okkara hjartadyr, hetta er innanfyri. Jesus ynskir at sleppa inn, men hann gevur okkum frælsi til at velja sjáv, tí Hann elskar okkum. Jesus lovar, at um vit loyva Honum inn í okkara hjørtu, so fer hann at broyta okkum.
Torir tú at biðja Jesus koma inn í títt hjarta?