Kom!

Skrivað: Øssur Kjølbro

“… komið til mín…” (Jes 55,3)

Nærum óteljandi ferðir sigur Gud og Jesus í Bíbliuni: “Kom til mín”! Tað sigur, hvat hjartalag hann hevur, sum vit trúgva á. Hann hevur altíð ein opnan faðirfavn til ein og hvønn, sum vil koma til hansara. Favnur hansara er altíð opin.

Hann sigur ikki bara “kom”. Hann sigur eisini “far – far út og ger øll til míni børn”. Ella “ger tað og tað”. Men tað allarfyrsta er altíð “kom”. “Kom til mín, verð hjá mær, hvíl her hjá mær”.

Vit verða kallað til mangt gott og gagnligt og neyðugt. Men okkara fyrsta kall, tað týdningarmesta, tað sum er grund undir øllum hinum – tað er hetta: “Kom til mín”. Gud havi lov fyri, at tað er so!